Savnsmynd (Mynd: Smyril Line)

Norrøna sett kósina móti Hirtshals

Sverri Egholm

20.10.2017 - 14:40

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Norrøna legði í morgun frá landi í Landskrona og hevur nú kós móti Hirtshals.

Sambært ferðaætlanini verður Norrøna í Hirtshals klokkan 21 í kvøld, og fer leggur leiðina móti Føroyum í morgin seinnapartin klokkan 15 lokala tíð.

Tað var tíðliga leygarmorgunin, at Norrøna fekk maskinbrek nakað út fyri Hirtshals, har ferðamannaskipið skuldi leggja at klokkan 10 lokala tíð. Í fyrsta umfari var roynt at umvæla skaðan umborð, men tað lat seg ikki gera.

Tá Norrøna kom til Hirtshals klokkan 23 varð skjótt farið víðari til Landskrona, har skipið hevur verið í dokk til í morgun.

Orsøkin til, at tað gekk so lang tíð til Norrøna slapp úr Landskrona var, at ein trekkstong til eina av skrúvunum, skuldi framleiðast av nýggjum. Upprunaliga varð hildið, at luturin kundi umvælast.

Greitt er, at hendingin fer at kosta fleiri milliónir og Smyril Line hevur eisini tryggjað seg ímóti tílíkum. Men sambært Rúna Vang Poulsen, stjóra, vita tey ikki enn hvussu stórur partur verður dekkaður av tryggingini.