Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Norrøna steðgar á í Hetlandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

07.12.2017 - 08:42

Tíðindi > Veðrið

Illveðrið vit hava í Føroyum ávirkar eisini jólatúrin við Norrønu, sum longu í gjár fór av Havnini - næstan eitt samdøgur áðrenn ætlað. Hetta fyri at sleppa undan illveðrinum.

Men tað hevur víst seg at illveðrið er nógv meira av suðri enn upprunliga hildið, og í morgun tók skiparin, Petur av Vollanum, avgerð um at steðga á í Hetlandi.

- Vit settu fulla ferð á, men tað vísti seg, at aldan í Norðsjónum er nógv størri enn vit roknaðu við frammanundan. Tí tók eg í morgun avgerð um at leggja stilt við Hetland og bíða til lágtrýstið er farið eysturum, segði skiparin á Norrønu, Petur av Vollanum.

- Um vit hildu á fram fóru vit at fáa heilt stóra aldu av suðri, segði skiparin við Góðan morgun Føroyar í morgun.

Hann væntar at Norrøna verður liggjandi í umleið eitt samdøgur, og eftir ætlan verður ferjan í Hirtshals leygarmorgunin.