Mynd: Karstensens SKibsværft

Norskt reiðarí undirskrivað sáttmála á góðar 300 mió norskar krónur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

24.02.2018 - 21:35

> Tíðindi > Noreg

Norska reiðaríið Havskjer í Ålesund hevur undirskrivað ein sáttmála uppá ein nýbygning frá Karstensens Skibsværft.

Talan er um eitt 80 metrar langt og 16 metrar breitt uppsjóvarskip, sum skal latast eigarunum í Ålesund í februar í 2020.

Sáttmálin varð undirskrivaður í síðstu viku, og skipið verður útgjørt við tí nýggjastu útgerðini man kann fáa í dag.

Nýggja skipið skal avloysa núverandi Havskjer, sum er bygt í 2000.

Enn eru allar avtalurnar við undirveitararnar ikki gjørdar, men hetta verður gjørt eina av næstu vikunum.

Karstensens Skibsværft hevur seinastu árini ment seg nógv innan fyri nýbygging av pelagiskum fiskiskipum, og hevur ikki færri enn 14 nýbygningar, sum skulu latast tey næstu árini.