Mynd: Per KArlson

Norskt uppsjóvarskip skal landa svartkjaft í Fuglafirði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

20.03.2018 - 20:15

> Tíðindi > Føroyar

Norska uppsjóvarskipið Vestviking skal landa svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði.

Skipið, sum hevur fiskað svartkjaft í ES sjógvi, skal landa eina svartkjaftalast, 1600 tons, til Havsbrún.

Upplýst verður, at skipið skal landa í kvøld, og at veiðan verður framleidd til fóður.

Hjá Havsbrún hava tey úr at gera at virka allan svartkjaftin, sum skipini fiska fyri tíðina.

Jupiter hevur júst landað fulla last, og aftaná Vestviking, skal Tróndur í Gøtu landa eina svarktjafta last.