Norska landsliðið deildi myndir av Noru Mørk

Ari av Rana

16.01.2018 - 12:37

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Nora Mørk krevur at norska hondbóltslandsliðið hjá monnum verður tikið úr EM. Kravið kemur eftir at menninir á landsliðinum hava deilt privatar myndir av Noru millum sín.

Samstundis hóttir Nora Mørk, sum er ein av heimsins bestu hondbóltsleikarum, at gevast á norska landsliðinum. Nora sigur, at norska hondbóltssambandið hevur svikið hana, og verjir menninar á landsliðinum, sum hava havt hennara privatu myndir, og sum hava tosa um myndirnar við aðrar á landsliðinum.

Nora Mørk er vónsvikin av at hondbóltssambandið hvørki hevur givið henni eina almenna umbering ella hevur stuðla henni fíggjarliga við at gjalda fyri tann sakføraran, sum hon hevur sett at steðga deilingina av myndunum, sum ólógliga vóru tiknar av hennara telefon.

Forsetin í norska hondbóltssambandinum, Kåre Geir Lio, er biðin um at taka landsliðið úr EM endaspælinum. Lio sigur við VG, at hann veit at myndirnar eru deildar á landsliðinum, og at leikararnir hava tosa um myndirnar.

Les eisini: Nora Mørk krevur nú endurgjald móti 15 monnum