Norska oljuvinnan meira bjartskygd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

10.01.2018 - 10:16

Oljan >

Ein kanning, sum norski SR bankin hevur gjørt um útlitini hjá oljuvinnuni í 2018, vísir, at olju- og gassfeløgini, ið virka í Norra, eru vorðin nógv meira bjartskygd um framtíðina skrivar Rogalands Avis. Meira enn 600 fyritøkur eru við í kanningini og eru meira enn 60% av teimum bjartskygd, tá hugsað verður um gongdina í 2018.

Olju- og gassídnaðurin væntar vaksandi virksemi og lønsemi í tíðini, sum kemur. Tað fer eisini at merkja fleiri fólk í arbeiði. ”Vit høvdu ikki roknað við tí, men oljustørvini eru komin aftur. Tað er gleðiligt og kemur óvart á okkum”, sigur Kyrre Knudsen, búskaparfrøðingur í SR-Bank. Kortini er tað ikki á øllum økjum innan olju- og gassvinnuna, at man væntar framgongd.