Nora Mørk

Norska U-21 landsliðið í íshokki hevði eisini myndir av Noru Mørk

Ari av Rana

18.01.2018 - 12:34

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Privatu myndirnar hjá Noru Mørk eru farnar vítt umkring. Seinastu dagarnar hevur nógv ljós verið á menninar á norska hondbóltslandsliðinum, sum hava havt og deilt myndirnar.

Nú er komið fram, at leikarar á norska U-21 landsliðið í íshokki eisini hava havt myndirnar. Norska íshokkisambandið hevur vátta fyri VG, at eisini har hava leikararnir deilt myndirnar.

Pápi Noru Mørk setti seg í samband við aðalskrivaran í íshokkisambandinum 12. desember, og kravdi, at landsliðsvenjarin tók eitt álvars prát við leikararnar.

Íshokkisambandið gjørdi skjótt av, og prátaði við leikararnar. Sagt varð, at leikararnir ikki skuldi deila myndirnar. Íshokkisambandið metur, at leikararnir tóku tað til sín.

Nora Mørk krevur 1,7 mió. krónur í endurgjaldi frá 15 persónum, sum hava deilt myndirnar.



beint nú