Flokkurin "Tey Grønu", sum kann gerast tungan á vágsskálini, tá nýggj norsk stjórn skal veljast, krevur m.a. at øll oljuleiting verður steðgað, serstakliga hon í Arktis

Norska valið kann fáa avleiðingar fyri oljugongdina


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

11.09.2017 - 18:28

Oljan >

Hóast stórur partur av norðmonnum eru fyri framhaldandi oljumenning í landinum, 70% svaraðu ja í eini kanning herfyri, so kann norski umhvørvisflokkurin, ”Tey Grønu” koma at hava ávirkan á framtíðar oljutilgongdina. Hann kann nevniliga gerast tungan á vágskálini, tá nýggj stjórn skal skipast, antin tað er ein borgarlig ella ein við Arbeiðaraflokkinum á odda. Báðir hesir flokkar kunnu fáa brúk fyri atkvøðunum hjá teimum Grønu, um tað fer at standa á jøvnum millum blokkarnar.

Tað er eingin loyna, at ”Tey Grønu” síggja helst, at Norra fer at reka ein annan oljupolitikk, sum m.a. hevur við sær, at oljuleiting sum heild á norska landgrunninum og her ikki minst í Arktis verður steðgað. Eisini aðrir smærri flokkar, sum kunnu gerast tungan á vágskálini, eru krittiskir mótvegis framtíðar oljumenningini.