Norskir brøður keypa uppsjóvarskip fyri hálva milliard



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

30.09.2017 - 18:39

> Tíðindi > Noreg

Brøðurnir Jan Arve og Frode Heggøy, hava keypt norska uppskóvarskipið Kremmervík frá Olsengruppen, í Austevoll.

Skipið er keypt við øllum kvotunum, og keypsprísurin liggur um hálva milliard krónur.

Kremmervík fær nú navnið Sjøglans, ið er eyðkenda navnið hjá felagnum, sum nú hevur keypt skipið. Nýggi Sjøglans skal avloysa undanfarna Sjøglans, sum er seldur til eitt annað felag í Norra. Við skipinum vera 8 mans.

Kremmervík verður yvirtikið í desember mánaða, og við keypinum fylgja allar kvotur, sum eru 2000 tons av makreli, 2100 tons várgýtandi sild, 1000 tons av Norðsjóvar sild og 240 tons av toski. Skipið er 43 metrar langt og 12 metrar breitt og er bygt í 2011.

Samstundis sum at kvotur fylgja við keypinum av nýggja skipinum, eigur felagið gomlu kvoturnar, sum nú skulu flytast yvir á nýggja Sjøglans. Talan er um 1200 tons av makreli og 1200 tons av várgýtandi sild.