Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni legði fram í Fiskimálaráðnum í dag. Mynd: Sverri Egholm

Norskt felag latið lægsta prísin uppá nýggja havrannsóknarskipið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

13.12.2016 - 13:29

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað er nú greitt, at norska skipasmiðjan Simek frá Flekkefjord hevur latið lægsta prísin uppá at gera nýggja havrannsóknarskipið.

Hetta kom fram á tíðindafundi, sum varð hildin í Fiskimálaráðnum í dag. 

Tað var Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sum legði fram í Fiskimálaráðnum í dag, og sum kundi boða frá, at trý feløg høvdu bjóðað uppá arbeiðið at gera nýggja havrannsóknarskipið

Tilboðið hjá Simek ljóðaði, sambært Eilifi Gaard, uppá 211.911.240 krónur, t.v.s. uppá nærum 212 milliónir krónur, meðan hini bæði tilboðini, sum komu inn, vóru nakað væl hægri. Tilboðið hjá føroysku skipasmiðjuni Mest ljóðaði uppá góðar 264 milliónir krónur (264.125.000), meðan tilboðið hjá norsku skipasmiðjuni Vard frá Aalesund ljóðaði uppá 267 milliónir krónur.

Landsstýrið hevur stungið út í kortið, at nýggja havrannsóknarskipið eftir ætlan skal kosta 215 milliónir krónur. Havrannsóknarskipið skal ætlandi vera liðugt tíðliga í 2019.

Á tíðindafundinum í Fiskimálaráðnum í dag kom í aðrar mátar fram, at tað nú verður farið undir at kanna tilboðini nærri, áðrenn endalig avgerð verður tikin, hvat av tilboðunum verður valt til at fara undir byggingina av nýggja havrannsóknarskipinum.

Eilif Gaard vildi ikki koma nærri inná, hvat av teim omanfyrinevndu tilboðunum verður valt. Tað verður, sambært honum, gjørt av, eftir at tilboðini eru kannað nærri, og eftir at komið er fram til, hvørt tilboðini lúka tey ásettu krøvini, og um prísirnir eru samanlíkniligir, sum hann tók til á tíðindafundinum.

Tá ið vit á Portalinum spurdu nærri, nær ein kann vænta, at tilboðini eru liðugt kannað og gjøgnumgingin í minstu smálutir, svaraði Eilif Gaard, at miðað verður eftir at fáa hetta gjørt áðrenn jól.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ið, sum vera man, eisini var til staðar á tíðindafundinum, helt fyri, at landsstýrið hevði bjóðað fimm fyritøkum í Noregi og Føroyum, sum høvdu førleikar at byggja eitt nýtt havrannsóknarskipið, at bjóða uppá havrannsóknarskipið, og at trý av teimum høvdu tikið av tilboðnum.

Høgni Hoydal fegnaðist annars um, at hesi tilboðini nú vóru komin inn. Hann segði hesum viðvíkjandi, at tað er ein stórur dagur at hava fingið tey inn, so at tað nú kann verða farið undir arbeiðið at gera hetta nógv eftirbíðaða (long-awaited á enskum, red) havrannsóknarskipið, sum hann málbar seg.