(Mynd: EPA)

Norskt og svenskt gull í skíðskjóting

Ingi Samuelsen

15.02.2018 - 13:12

Ítróttur > Ítróttur > Vetrarítróttur

Endiliga eydnaðist tað norðmonnum at fáa eitt heiðursmerki úr fínasta metalli í OL-kappingunum í skíðskjóting.

Tað var Johannes Thingnes Bøe, sum rann skjótastur av øllum í kappingini yvir 20 kilometrar í dag. Hóast hann misti tvey skot, so var hann kortini skjótastur. Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, tí í hesi kappingini varð ein minuttur lagdur afturat tíðini, um skíðskjúttin ikki rakti svarta rundingin, og tað er nakað longri, enn tað tekur, tá kappast verður við revsiumførum.

Teir báðir, sum vunnu silvur og bronsu í dag skutu reint. Jakov Fak úr Slovenia fekk silvur og Dominik Landertinger fekk bronsu, ávikavist 5,5 og 14,2 sekund eftir norðmannin.

Hóast hetta var fyrsta OL-gullið hjá Johannes Bøe, so varð úrslitið í 15 kilometra renningini fyri kvinnur fyrr í morgun nógv meira óvæntað.

Gullvinnari gjørdist einans 22 ára gamla svenska Hanna Öberg. Hon rakti øll skotini, var skjót í sporunum og gjørdist ein óvæntaður vinnari, tí hon ikki fyrr hevur verið millum tríggjar tær bestu í skíðskjótikapping.

Anastasiya Kuzmina úr Slovakia vann silvur og favoritturin, Laura Dahlmeier úr Týsklandi, fekk bronsuna.

Støðan í Vetrar OL-kappingini er nú tann, at Týskland er besta landið við 8 heiðursmerkjum úr gulli, 2 úr silvuri og 4 úr bronsu.

Síðan kemur Noreg við 6 gull, 7 silvur og 4 bronsu og Niðurlond við 5 gull, 4 silvur og 2 bronsu.

Svøríki hevur nú 3 gull og 2 silvur, meðan Finnland hevur 3 heiðursmerki úr bronsu.