Mynd: Salt Ship Design

Norskt reiðarí byggir uppsjóvarskip fyri yvir 200 mio krónur




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

25.05.2017 - 14:56

>

Norska reiðaríið, Cetus A/S frá Veavågen, hevur júst undirskrivað sáttmála um eitt nýtt skip.

Tað er fyritøkan Salt Ship Design, sum hevur sniðgivið skipið, sum er 65 metrar langt og 14 metrar breitt. Skipið kostar umleið 200 mio norskar krónur.

Eftir ætlan skal skrokkurin koma til Fitjar Mekaniske Verksted, sum skal gera skipið liðugt, í august næsta ár. Cetus verður eftir ætlan latið eigarunum í februar 2019.

Salt Ship Design hevur, seinastu árini, ligið mest eftir at sniðgeva skip til frálandavinnuna, men nú hevur fyritøkan eisini lagt seg eftir at sniðgeva fiskiskip. 

Millum annað kann nevnast at nýggja danska uppsjóvarskipið, Gitte Henning, írska uppsjóvarskipið, Voyager og nýggja Sandshavið, sum føroyingar hava ætlanir um at byggja, eru sniðgivin av hesari fyritøkuni.