Norskur harmonikasnillingur á vitjan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

03.01.2017 - 14:56

Mentan > Tónleikur > Siðbundin tónleikur (fólkatónleikur, sálmar o.a.)

Sunnudagin verður møguleiki at hoyra nógv virda norska harmonikaleikaran, Håvard Svendsrud, spæla í Leirvíkar kirkju.

Håvard Svendsrud er við árunum vorðin heimskendur, eftir at hann í longri tíð hevur verið sera kendur í Noregi. Hann spælir bæði einstaklingakonsertir og saman við bólkum, symfoniorkestrum og øðrum. Hann hevur verið í Føroyum tríggjar ferðir áður, seinast í 2002.

Sum harmonikuleikari hevur Håvard Svendsrud verið í støðugari menning. Í 1992, 1993 og 1994 vann hann NoregsMeistaraheitið í harmonikuspæli, og norðurlendsku finaluna í Frosini Grand Prix í 1993. Í 2004 vann Svendsrud fyrstu ‘Vivian Vivo Stolaruk Entertainment Competition for Accordionists’ kappingina í Boston, í USA.

Svendstrud hevur havt nógvar konsertir í 2016, í sambandi við at tað hevur verið hátíðarhildið, at harmonikuúrmælingurin Kåre Korneliussen hevði verið 100 ára gamal.

Konsertin, sum verður í Leirvíkar kirkju, seinnapartin sunnudagin er ókeypis. Tónleikaliga temað verður klassiskt, blandað við øðrum tónleiki. Konsertin varar ein rúman tíma, siga fyrireikararnir.

Hoyr Håvard Svendsrud spæla...