Mynd: Rói Didriksen

North Ocean á Havnini á midnátt

Sverri Egholm

07.01.2015 - 04:39

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Tað var í gjárskvøldið at eldur kom í maskinrúmið á russiska trolaranum North Ocean, sum lá 90 fjórðingar í ein útsynning sunnan úr Suðuroynni.

Brimil og Teits var skjótt hjá skipinum og seks fólk vórðu flutt umborð á føroyska sjóverjuskipið og tólv á danska sjóverjuskipið.

Vakthavandi á MRCC-støðini upplýsir í kvøld fyri heimasíðuni in.fo, at Brimil og North Ocean í løtuni eru staddir eystan úr Akrabyrgi og verða á Havnini um midnáttarleitið.

Sambært in.fo er tað óvist, um eldur umborð á North Ocean er sløknaður ella ikki, so sløkkiliðið er til reiðar tá skipið leggur at á Havnini.

14 mans eru eftir umborð á russiska trolaranum North Ocean.

Les eisini: Myndir: Manningin umborð á North Ocean verður bjargað

Les eisini: Brimil: Sleipið gongur væl við 8 míla ferð