North Ocean: Maskinrúmið uppkolað

Ingi Samuelsen

08.01.2015 - 19:20

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Eingin ivi er um, at hitin hevur verið øgiligur umborð á russiska trolaranum North Ocean, sum varð sleipaður inn á Havnina í gjáramorgunin.

Skipið liggur nú við Vestaru Bryggju í Havn og fólk frá skipasmiðjuni MEST gera seg klár at umvala umfatandi skaðan.

Myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, vitjaði umborð á North Ocean fyrr í dag og tók hesar myndirnar av skipinum.