Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

- Noy, noy! Eg kappist ikki við nakran, mær dámar bara at sigla og kokkast



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

14.02.2018 - 20:08

Tíðindi >

Tað sigur fryntligi og skemtingarsami 75 ára gamli kokkurin á Hoyvík, Sverri Láadal.

-Eg vóni at fáa trygdarskeiðið einaferð afturat, so eg kann halda á til eg verði 80 ár, sigur hann skemtandi.

– Noy tvætl, eg verði 76 ár í apríl og trygdarskeiðið gongur út í 2019, so eg taki tað, sum tað kemur.
Men eg vóni at fáa endurnýggja trygdarskeiðið í heyst.
5. mars verða tað 61 ár síðani eg mynstraði fyrstu ferð. Tað var við Kyrjasteini og vit fóru við gørnum til Íslands. Sjóverkur var nógvur, men eg yvirlivdi og sjógvurin gjørdist mítt drúgva og góða arbeiðspláss, sigur Sverri takksamur.

Hann lærdi til kokk á Tórshavnar Sjómansheimið í eitt hálvt ár veturin 1962/63 og hevur siglt, sum kokkur, síðani. Hann hevur bæði siglt við føroyskum, donskum og grønlendskum skipum og hevur verið til ymiskan fiskiskap.

Sverri Láadal er av tí gamla tignarliga kokkaslagnum, tí tá myndin skuldi takast, vildi hann ikki “sita og hanga” í messuni, men standa í galluni.

Hann var blíður við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð í gjár. Meðan prátið gekk væl í messuni, komu nakrir av manningini umborð.