NRK forsøgn: Tey borgarligu halda fram

Sverri Egholm

11.09.2017 - 20:23

Tíðindi >

EIn forsøgn hjá norska kringvarpinum vísir, at Erna Solberg heldur fram sum forsætisráðharri.

85 sessir skulu til fyri at fáa fleirtal í norska stórtinginum. Tá forsøgnin varð kunngjørd klokkan 21 vóru 35,8 prosent av atkvøðunum taldar upp, og hon vísti ein bláan meiriluta.

Norski blái blokkurin stóð tá til at fáa 89 sessir, vísti forsøgnin.

Síðani hevur tað gingið eitt sindur upp og niður hjá bæði bláum og reyðum blokki, men allar forsøgnir hjá norskum miðlum benda higartil á bláan meiriluta.