Tað er stórur fagnaður á NSÍ`arum í kvøld.

NSÍ er steypavinnari

Agnar Frederiksen

26.08.2017 - 20:40

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

NSÍ vann 1-0 í einari dramatiskari og inntensari finalu á Tórsvølli.

B36 byrjaði betri, men NSÍ mentist so líðandi. Runavíkingar høvdu gott tak á tí. Samanumtikið vóru fáir málmøguleikar fyrsta hálva tíman. Einar Tróndargjógv legði NSÍ á odda eftir 36, tá hann smekkaði til ein leysan bólt. Bólturin fór millum beinini á Róa Hentze, og so var 1-0 og ein øðilig frøði á mongu og mælsku NSÍ-fjepparunum.

NSÍ byrjaði væl í 2.hálvleiki, og um mál skuldi koma, so sá tað meira út sum 2-0 enn 1-1. Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar, og B36 hevði trupult við at fáa spælið at koyra. Kreativu leikararnir, og serliga Róaldur vórðu lukkaðir væl niður. B36 tók tó líðandi yvir, og royndi at leggja trýst á NSÍ. B36 skifti álopskent út, tá vinstri bakkurin Alex Mellemgaard fór út, og áleyparin Hannes Agnarsson kom inn. Men B36 hevði sera trupult við at skapa møguleikar og vandamiklar støður. NSÍ vóru sera væl skipaðir og tryggir í sínum spæli. Samstundis hóttu Petur Knudsen, Jann J. Benjaminsen og innskifti Jónleif Højgaard í mótálopunum. Tá yvirtíðin byrjaði fekk Karl Løkin sítt seinna gula kort, og so var uppaftur meira trýst á í yvirtíðini, har B36 eisini sendi Oddmar Færø fram. Men einki spurdist burturúr

Leikararnir hjá NSÍ tóku ábyrgd, og liðið hekk væl saman sum ein eind. Tað var tó serliga á miðvøllinum at Karl, Pól Johannus og kanska serlig Betuel góvu B36`arunum ein sera truplan dyst. Verjan við Símun Rógva sum aftasta skansa var trygg. Og so stríddist Klæmint fyrimyndarliga væl sum fremsti maður.

Tað var nógvur inntensitetur í nærdystunum, og tað var ofta, at sinnini komu í kók. NSÍ vóru professionellir, og tóku væl tempo úr dystinum í 2.hálvleiki, og hetta frustreraði B36-leikararnar. 

NSÍ vann sostatt steypafinaluna fyri fyrstu ferð í 15 ár og fyri triðju ferð í søgu felagsins. NSÍ vann fult uppiborið, og Klæmint A. Olsen kann um eina løtu lyfta nýggja Løgmanssteypið, og sítt fyrsta steyp sum NSÍ-liðformaður.

Meira frá dystinum um eina løtu.


Finalan um Løgmanssteypið 2017:
B36 - NSÍ (0-1)
0-1: 36.min Einar Tróndargjógv
Reytt kort: Karl Løkin(90.min)

B36(4-2-3-1): Ròi Mørk Hentze, Høgni Eysturoy, Oddmar Færø(L), Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard(73.min - Hannes Agnarsson - Eli F. Nielsen, Róaldur Jacobsen - Christian R. Mouritsen(56.min - Benjamin Heinesen), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen - Patrik Johannesen.

Á bonkinum uttan at verða skiftir inn: Jákup Højgaard, Gestur Bogason Dam, Bjarni Petersen, , Erlendur Magnusson, Magnus Holm Jacobsen 

Høvuðsvenjari: Jákup á Borg

NSÍ(4-3-3): Símun Rógvi Hansen - Jens Joensen, Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard, Einar Tróndargjógv - Pól Johannes Justinussen, Karl Løkin, Betuel Hansen - Jann J. Benjaminsen(73.min - Jónleif Højgaard), , Klæmint A. Olsen(L,) Petur Knudsen,

Á bonkinum: Karstin Hansen, Christian Høgni Jacobsen, Haraldur Reinert Højgaard, Bogi Løkin, Mórits Heini Mortensen, Andri Benjaminsen

Høvuðsvenjari: Anders Gerber