NSÍ fær sítt mótstøðulið í Evropa at vita í morgin. KÍ og B36 kunnu eisini koma at spæla í sama umfarið sum NSÍ (Mynd: Jens Kr.Vang)

NSÍ fær sína lagnu at vita í morgin

Agnar Frederiksen

19.06.2018 - 21:51

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í seinastu viku var greitt, at KÍ og B36 skuldu hitta liðum frá ávíkavist Malta og Gibraltar í undan-undanumfarinum í Evropa League. Í dag trekti Víkingur HJK Helsinki í Champions League, og um føroyameistarin kemur víðari, so verður stóri bitin Bate Borisov úr Hvítarusslandi.

Í morgin er tað so NSÍ, ið eigur tørn. Runavíkingar eru í pottinum til fyrsta undanumfar í Evropa League, av tí at NSÍ er steypavinnari. Seinastu tvey árini hevur NSÍ trekt lið frá Hvítarusslandi, og eftir ein sekk fyrraárið so var tað í fjør ikki so langt frá at NSÍ spældi seg víðari ímóti Soligorsk.

Nakað eftir middag í morgin fæst at vita, hvat lið NSÍ skal hitta miðskeiðis í juli. Hesir møguleikarnir eru:

Rudar Velenje (Slovenia), Dundalk (Írland), Hibernian (Skotland), Sarpsborg 08 (Noregi), BK Häcken (Svøríki), FC København (Danmark)

FCK loypir í eyguni sum ein spennandi avbjóðing, meðan fleiri av hinum liðunum kunnu metast at vera eitt gott ítrottarligt lutakast.

B36 og KÍ eru eisini í pottinum í Nyon í morgin. Um føroysku liðini megna at spæla seg víðari til 1.umfar, so skal greiða fáast á, hvørjum tey í so fall møta.


B36 hevur møguleika at trekkja hesi liðini:

Górnik Zabrze (Pólland),
Vardar (Makedonia), Dinamo Minsk (Hvítarussland), Spartak Subotica (Serbia), OFK Titograd (Montenegro)

KÍ hevur møguleika at trekkja hesi liðini:

Žalgiris Vilnius (Litava), Molde (Norra), Nõmme Kalju (Estland), Fola Esch (Luksemborg), Slavia Sofia (Bulgaria)

Um Víkingur verður sligið út HJK, skal liðið spæla Evropa League. Har verður móttøðuliðið FC Sheriff úr Moldova ella FC Torpedo Kutaisi úr Georgia.