Árni Frederiksberg (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

NSÍ livdi í vónini allan vegin - skuffaðir eftir dystin

Agnar Frederiksen

06.07.2017 - 22:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eftir eitt sera gott avrik í Hvítarusslandi fekk NSÍ eitt útivallarmál og harvið eitt sera fornuftigt útgangsstøði til dystin í kvøld. 

Reyða kortið hjá Minsk í 6. minutti, gjørdi fyritreytirnar hjá NSÍ betri. Men tað endaði 2-0 til hvítarussar á Svangaskarði. 

Árni Frederiksberg, ið var leikarin, sum varð trýstur í andlitið í samband við reyða kortið, var ein vónbrotin maður í kvøld.

- Vit eru sera skuffaðir. Teir fáa eitt reytt kort tíðliga, so tá trúgva vit enn meiri uppá tað enn undan dystinum. Vit skulu jú bara hava eitt mál. Men so fáa teir eitt keðiligt mál í fyrra hálvleiki, og leggja seg so aftur at verja og gúppa. Tað er ikki nemt at spæla móti Dinamo Minsk, tá teir liggja heilt afturi á 16-metrinum og gúppa.

Hóast vónbrotið yvir úrslitið í kvøld so kann NSÍ, sambært Árna, taka nógv gott við hesum uppgerðunum.

- Vit kunnu síggja tað positiva í tí, at vit klára at pressa teir í botn, tí Minsk er eitt sera gott lið. Síðsta ár taptu vit stórt ímóti hvítrussiskum liðið (Soligorsk, red), men hesaferð var nógv meira javnt, sigur Árni Frederiksberg.

NSÍ tapti tilsamans 3-1.