Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Nú byrjar kurvabólturin aftur

Sverri Egholm

05.10.2017 - 21:15

Ítróttur > Ítróttur > Kurvabóltur

Leygardagin klokkan 13 byrjar FM í kurvabólti, Trygd kappingin aftur. Kappingin í ár er nakað broytt frá teimum undanfarnu.

Í ár eru tað 5 lið, ið eru við í kappingini um at vinna Trygd kappingina. Umframt tey trý liðini, ið undan farin ár hava kappast, Hamar, Ravnur og Sporðdrekin er nýggja felagið í Klaksvík Hávur eisini við. Gongdin og áhugin fyri kurvabólti hevur verið sera góð síðsti tíðina, somikið góð, at Hamar hevur meldað tvey lið til Trygd kappingina í ár.

Fyrsti dysturin hetta kappingarárið verður leiktur í nýggju høllini úti á Argjahamri, har Hamar tekur móti Sporðdrekanum.

Tað er ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyriskipararnir. Inngongdin til høllina er aftanfyri skúlan.