Nú byrjar Summarfestivalurin - Silvaland er latið upp



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

10.08.2017 - 15:30

Tíðindi > Tónleikur > Festivalar

Í dag byrjar Summar Festivalurin av álvara. Seinastu dagarnar hevur verið hitað upp við sonevndu Summarvikuni, og klokkan 20 í kvøld verður fyrsta konsertin í almennu festivalskránni. Tá fer bólkurin Vincent at spæla í Tjaldinum.

Stóra navnið á Summar Festivalinum í kvøld verður heimskendi bólkurin Lukas Graham, sum fyrr í ár var í uppskoti til tríggjar Grammy heiðurslønir. Lukas Graham spældi á Summar Festivalinum í 2015, og síðani hava teir fingið veruligt altjóða gjøgnumbrot. Lukas Graham spælir á Vágsbøi kl 22, og bólkurin lovar eina minniliga konsert.

Í kvøld ber eisini til at hoyra Danny & The Veetos, Konni Kass, Olvheðin Jacobsen og Sámal Ravnsfjall.

Silvalandið, sum er fyri yngstu festivalgestirnar, lat upp kl 14 í dag. Silvaland bjóðar akivitetir, undirhald og konsertir.