Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Nú byrjar viðgerðin av hjúnabandslógini

Sverri Egholm

19.05.2017 - 20:29

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Nústani sleppa løgtingsfólk at viðgera hjúnabandslógina. Eftir ætlan skuldi viðgerðin byrja fyrr í dag, men av tí at Fólka-, Sambands, og Miðflokkurin løgdu misálit á løgmann, Aksel V. Johannesen, var ivasamt, um uppskotið kom til viðgerðar í dag.

Les eisini: Misálit lagt fram á løgmann

Fyri lítlari løtu síðan boðaði løgtingsformaðurin frá, at farið varð undir 2. viðgerð av løgtingsmál nr. 102/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning (Nágreining í lógarregluni at signa borgarliga stovnað hjúnalag)

Um mett verður út frá úrslitinum av misálitinum á løgmanni, verður broytingin í hjúnabandslógini samtykt í kvøld, ið javnsetur samkynd við hinskynd.

Fylg orðaskiftinum her