Savnsmynd (Mynd: Kristian Stórhamar / NCC)

Nú er bara hin helvtin eftir

Sverri Egholm

11.06.2018 - 17:34

Tíðindi >

Tilsamans vóru 93 metrar sprongdir í Eysturoyartunlinum í síðstu viku.

Nú eru 5.674 metrar av tilsamans 11.250 metrum sprongdir í Eysturoyartunlinum. Sostatt er nú meiri enn helvtin av tunlinum sprongdur.

Seinastu vikuna vóru 40 metrar sprongdir á Hvítanesi, og har eru nú samanlagt sprongdir 2.719 metrar.

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 27 metrar. Har eru nú 767 metrar sprongdir.

Móti Rókini vórðu sprongdir 26 metrar. Samanlagt eru 563 metrar sprongdir móti Rókini.

Byrjað varð at spreingja tunnilin í februar í 2017 av Strondum og í mai 2017 av Hvítanesi. Um alt gongur sum ætlað, er tunnilin skotin í gjøgnum um eitt ár og koyrandi verður fyri árslok 2020.