Nú er Bill Cosby ákærdur

Ingi Samuelsen

30.12.2015 - 16:21

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Amerikanski sjónleikarin og skemtarin, Bill Cosby, varð í dag ákærdur fyri kynsliga valdsgerð fyri 12 árum síðani. Tað upplýsir ákærin í Pennsylvania í USA fyri NBC News og fleiri øðrum amerikanskum miðlum.

Hetta er tann fyrsta ákæran, ið verður reist móti Bill Cosby eftir at fleiri kvinnur hava hava verið frammi og lagt hann undir at hava framt kynsligan ágang móti teimum.

78 ára gamli sjónleikarin, sum eitt nú er gitin frá sjónvarpsrøðini The Cosby Show, hevur undir eiði sagt, at hann hevur havt kynsligt samband við kvinnuna fyri 12 árum síðani. Men tað hendi, samband Cosby, við hennara samtykki.