Nú er Pokémon GO tøkt í Føroyum

Gaming.fo

16.07.2016 - 18:16

Mentan >
Fyri nøkrum døgum síðani var at lesa, at heimurin hevur tikið nýggja spælið Pokémon GO til sín. Spælið liggur á tíni smartphone, og brúkar tína veruliga lokatión fyri at fáa teg at røra teg og ganga runt at finna sokallaðar Pokémons til títt savn.

Pokémon GO varð fyrst kunngjørt fyri einum ári síðani, og bleiv knappliga útgivið uttan ávaring í síðstu viku. Hóast spælið bert varð útgivið í ávísum londum, og altso ikki í Føroyum, so hava nógvir føroyingar funnið útav at “snýta” fyri at fáa Pokémon GO á teirra fartelefonir.

Men tað er ikki longur neyðugt, tí Pokémon GO er nú officielt útgivið til at kunna heintast niður í Føroyum! Tú finnur tað í App Store á hesi leinkjuni

Væntast kann, at fleiri fólk komandi dagarnar síggjast á føroyskum gøtunum við sínum telefonum frammi, kanska serliga rundanum serlig støð har spælarar kappast um lokalt vald í spælinum, so sum við Vesturkirkjuna.