Skiparaflokkurin við prógvum í hond

Prógvhandan á Sjónámi: - Nú hava tit kommandoina

Snorri Brend

26.06.2014 - 18:24

Tíðindi > Mentan > Uppaling & skúlaskapur

Fríggjadagin var prógvhandan á Sjónámi í Klaksvík.

Her fingu 16 mans prógv sum skiparar og 11 fingu sjóvinnufloksprógv handað frá leiðaranum á Sjónámi, Hanusi Kjølbro.

Í hesum sambandi helt Eyðstein Poulsen ein talu, har hann kom inn á tað at ganga í skúla, sum hann sjálvur hevði gjørt tað í síni tíð.

- Eftir hart stríð eru tit komnir inn um ta teoretisku mállinjuna. Onkrir fara møguliga víðari í lesnaði, onkur fer í fiskivinnuna og uppaftur aðrir fara í oljuvinnuna.

- Møguliga situr onkur ímillum okkum her í dag, ið verður skipari á tí palli, ið finnur ta fyrstu føroysku oljuna. Hvør veit?, segði hann.

Og hann helt fram við at vísa teimum á týdningin av teirri útbúgvingini, ið teir nú hava lokið. 
Eyðstein bað teir snøgt sagt um at sikta høgt:

- Sikti eftir mánanum, so raka tit stjørnurnar


KOMMANDO
Sum gamal næmingur – og sum núverandi næmingur á øðrum lærustovni – visti hann alt um, hvussu strævið tað kann vera at lesa til roynd.

- Síðsta tíðin hevur verið merkt av terping. Tit hava sitið út á næturnar á tykkara fløtu, og hava terpað ástøðiligar meginreglur. Men nú er hetta liðugt.

Eyðstein hevði í hesum sambandi eina áheitan á teir, ið eru lidnir sum skiparar:

- Tit skiparar: Nú er tíðin komin til at sløkkja tær báðar reyðu lanternurnar á mastrini, ið merkja “skib ikke under komando”.

- Tit eiga at tendra tað hvíta bjarta toppljósið, so tit klárt og týðiligt vísa tykkara umhvørvi, at tað eru tit, ið nú hava yvirtikið komando'ina, segði Eyðstein Poulsen millum annað í røðu síni. (Røðan verður prentað í heilum líki her niðanfyri).




Myndirnar niðanfyri eru frá prógvhandanini, og hevur Bárður Lydersen tikið tær. Trýst á STØRRI MYND.


 - - - - - - -

Røðan hjá Eyðstein Poulsen:


Fyri fleiri av tykkum, er henda løtan uttan iva eitt vendipunkt í tykkara lívi. Tí er tað mær ein heiður at sleppa framat ein dag sum hendan. Eg fari at royna við nøkrum fátækum orðum, at ynskja tykkum – havsins synum - eina bjarta framtíð og blíðan byr á tykkara lívsleið.

Tað er ikki sørt, at ein dagur sum hesin, har prógv verða handað, kveikja minnir og kenslur í mínum hugaheimi.

Sjálvt um tað eru 18 ár síðan, at eg sum 20 ára gamal - onkursvegna fekk skrumblað meg ígjøgnum skiparaskúlan - so kennist hendan tíðin, sum tað var í gjár.



NERVAPIRRANDI
Eg minnist kensluna av hørðum arbeiði - longum døgum og nervapirrandi próvtøkum. Hatta við nervapirrandi, tá meini eg við hinar – ikki meg. 

Jú, víst var hetta ein tíð, har man livdi í nú-inum og á ongan hátt hugsaði 18 ár fram í tíðina.

At eg í dag standi her í Sjónám í Klaksvík og haldi røðu fyri tykkum - er í roynd og veru mín fyrsta próvtøka her í Sjónám, fyrrverandi Klaksvíkar Sjómansskúla. 

Nú veit eg ikki, um tað er at bannast her, um eg nevni Skagen Skipperskole - kanska stjórin ber yvir við mær - men mín skúlatíð var donsk, har Skagen Skipperskole var karmur um hetta tíðarskeiðið av mínum lívi.

Hetta tíðarskeið - 18 ár afturi í tíðini - har eg kendi meg sum kong - og kláran at leggja heimin fyri mínar føtur, er í dag tykkar tíðarskeið.

Eg trúgvi, at eg veit, hvat eg tosi um, tá eg sigi, at eg í ávísan mun, kann samkenna meg við tykkara tíðarskeið, ið er í dag.

Tit, sum í dag eru eitt skiparaprógv ríkari, hava 
gingið í hesum skúla í hálvtannað ár. Hetta tíðarskeið er nú ein partur av tykkara persónligheit - hetta tíðarskeið er nú partur av tykkara samleika - og ikki minst, so er hetta tíðarskeið nú ein søga í tykkara nútíð.


10 MINUTTIR
Ofta verður tikið til í spølni, at tað er skjótt at ganga 10 minuttir. Hetta abstrakta og onkisigandi úttalilsi, kann tó við djypri umhugsni geva eina ávísa meining.

Hálvtannað ár fram í tíðina kann tykjast langt og óyvirskoðiligt - og hyggja vit fram í tíðina, so eru tað tey flestu av okkum, sum nýta nógva tíð til at meta, diskutera og drála við at taka avgerðir sum hesa, at fara í skúla og binda seg til eitt nú hálvtannað ár.

Venda vit tí hinvegin, og líta afturum bak, so trúgvi eg at flesir at tykkum – nú skúlatíðin í Sjónám er av - standa spyrjandi yvirfyri - hvar bleiv tíðin av?

Sama spurning seti eg mær sjálvum - hvar bleiv tíðin av?

Hevði hetta lært okkum, at lívið skal livast, og 
høvdu vit bert duga, at liva lívið við tí veruleika, at tað veruliga er skjótt at ganga 10 min. Okkara livitíð sum menniskju, er bert eitt mikroskopiskt tíðarsprell í breiðari merking.



LÆTT AT BERA
Ofta verður tikið til, at lærdómur er lættur at bera, og er hetta fyri so vítt rætt. Tó er tað mín vón, at vit sum fólk eisini duga at síggja virðir í hesa íløgu, ið okkara demokratiska samfelag hevur gjørt í okkum.

Vónandi eru vit etiskt determineraði til at geva aftur til samfelagið - og á tann hátt virða okkara forfedrar, ið hava lagt lunnar undir tað vælferð, ið vit njóta í dag.

Lat ikki okkara 10 minuttir máa grundarlagið undan okkara eftirkomarum. Lat okkum heldur hinvegin byggja á teir varðar, ið okkum vóru untir, so okkara eftirkomarar, kunnu við virðing minnast okkum fyri okkara 10 minuttir.

Onki er av tilvild, um enn tilvildin ræður. Við hesum orðavavstri, kunnu vit sjálvi í ávísan mun ávirka okkara egnu lagnu. Hetta, at ávirka og leiða, bæði fyri samfelagi, og seg sjálvan, gevur framdrift, og áræði.

Orðatakið sigur - Eingin veit av søtum at siga, fyrr enn hann á beiskum bítur. Lat tað verða sagt, at onki er sjólívið bert ein dansur á rósum. Tá harðast leikar á, og tykkara avgerðir, kunnu standa um lív ella deyð fyri tey, ið rundan um tykkum eru, verður tað tykkara persónligheit, við tí lærdómi, ið tit hava tikið til tykkum, ið kemur at avspegla hesar avgerðir. 


LEIÐARAR
Sum komandi leiðarar og sjómenn, kann eg bert ynskja tykkum bestu eydnu á leiðini, tá beiskir bitar kvala søta smakkin. Sum komandi leiðarar, verður tað tykkara leiklutir at vísa vegin tá harðast leikar á.

Tað skal vera mín áheitan til tykkum, verið ikki ov stoltir, til at taka leiðbeiningar til tykkum Men gloymi ongantíð “tað er bert ein skipari á Polo”.

Ella fyri ikki at generalisera hesa útsøgn, so hevur tað bert verið ein skipari á Polo, tá eg sjálvur havi verið skipari.

Nú er nokk tosað um tann beiska bitan. Lat okkum kvala henda beiska smakkin við einum søtum bita.

Sjólívið, er sanniliga merkt av nógvum góðum løtum, og mong tøtt vinarbond verða knýtt á sjónum.

Sjólívið er enn ein rættiliga mansdominerað verð. Onkur vildi sagt, at hetta er einasta pláss í vesturheiminum, har menn veruliga kunnu vera menn.

Jú sanniliga dregur sjógvurin. Hevur ein fyrst fingið salt í æðrarnar, so er trupult at sleppa av við ta atdráttarmegi, ið sjógvurin hevur.


SPEISKUR HUMOR
Nú eg síggi fleiri av tykkum ungu gørpum, sum í dag hava lokið sjóvinnuprógv, so er tað við einum speiskum smíli, at eg minnist aftur at hesa tíð á sjónum.

Nú kenni eg ikki allar av tykkum, møguliga onkur av tykkum ikki ætlar sær á sjógvin. Men fyri meg var tíðin sum ungur sjómaður besta tíðin í mínum lívi. Hesa tíð, hevði eg ikki ynskt at verið fyri uttan.

Tann speiski humørurin, ofta svarti og grovi humørurin, samantvinnaður við hart arbeiði, gevur einum unglingi eina sanna kenslu av at verða eitt mannfólk. Veit at hetta kann tykjast at verða nakað primitivt fyri onkran av okkum, men hetta er veruleikin, og satt at siga, so eri eg stoltur av hesum veruleika.

Tiltikið er sjómansprát, og kanska ikki fyri tað fína, men góði menn, hetta prát eiga vit – lat okkum ikki skammast yvir at verða menn. Lat okkum liva okkara lív, við virðing fyri hvørjum øðrum og tí mentan, ið vit sjálvi skapa. Lat okkum vera trúgvir ímóti okkum sjálvum og ikki bangnir fyri at kalla eitt strúkijarn fyri eitt strúkijarn.


OLJAN
Nú fari eg ikki at troytta tykkum leingi afturat - og taka hátíðardámin úr hesi løtu.

Eftir hart stríð eru tit komnir inn um ta teoretisku mállinjuna – onkrir møguliga fara víðari í lesnaði, onkur fer í fiskivinnuna og uppaftur aðrir fara í oljuvinnuna. Møguliga situr onkur ímillum okkum her í dag, ið verður skipari á tí palli, ið finnur tí fyrstu føroysku oljuna. Hvør veit?

Sikti eftir mánanum so raka tit stjørnurnar

Síðsta tíðin hevur verið merkt av terping. Tit hava sitið út á næturnar á tykkara fløtu og terpað ástøðiligar meginreglur.

Tit hava uttan iva merkt pressið, har heilakyknurnar hava vent upp og niður upp á tilveruna. Har prikk prikk strika strika er blivið til prika prika strikk strikk, og ættirnar hava fingið nýggj heiti sum landsynning vestan og útnorðing eystan. Uttan iva hava tit eisini lastað okkurt skipið, ið er koppað í fakinum sjómansskap – meini at hetta framvegis er heitið á hesum faki Í navigatión hava tit uttan iva siglt tykkum sjálvar á land, í onkrum náttar roknistykki.

Nú tvørfakligheitin er inn, so hava eg latið mær fortalt, at til próvtøkuroyndina hjá skiparunum, varð ein av uppgávunum - ásiglingin av Ågot og tí hurlivasa, ið tað hevði við sær.

Jú, mangt hava tit sitið við hesa síðstu tíðina, og onkur búrgari er nokk komin niðurum frá MC-grill - ella rættari Makkinum, ið forrestin hevurpromoverar seg við “10 minuttum”.



SLØKKJA REYÐU LANTERNURNAR
Nú próvtøkan er liðug, vóni eg at blóðtrýstið er komi niður á normala støði aftur, og pulsurin fingið røttu taktina , eins og entusiastiska stemman hjá Hanusi finnur sín veg út úr tykkara tonkum, so tit aftur fáa hugsa sjálvir.

Og til tykkum skiparar: Nú er tíðin komin til at sløkkja tær báðar reyðu lanternurnar á mastrini, ið merkja “skib ikke under komando” og tendra tað hvíta bjarta toppljósið, so tit klárt og týðiligt vísa tykkara umhvørvi, at tað eru tit, ið nú hava yvirtikið komando'ina.

Til síðst fari at takk leiðsluni á Sjónám fyri hendan heiður, ið er mær vístir í dag – og nú eg eri her, so kann eg til allar síðst siga, at tá Hanus Kjølbro ringdi og heitti á meg um at røða her í dag, so gjørdist eg skjótt greiðir yvir, at henda løtan fyri meg var nostalgisk.

Eg hugdi í mítt gamla skiparaprógv, ið mestsum liggur í gloymskunar bók – Eg hugdi í vinnubrøvini, og mín sann um ikki trygdarskeiðið var útgingið.

Tí fari eg at enda við einari formligari tilmelding til næsta trygdarskeiði, ið verður í hesum húsi.

Við hesum fari eg at ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við próvnum - og Guds ríku signing á tykkara leið.

Takk fyri.