Hjúnarbandslógin til triðju viðgerð 29.04.2016 (Mynd: Liljan Weihe)

Nú eru tvey føroysk samkynd pør gift í Føroyum

Oda Strøm

19.06.2018 - 14:15

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Familjupolitikkur

Síðani Løgtingið samtykti broytingarnar í hjúnabandslógini, sum loyva samkyndum pørum at verða borgarliga vígd í Føroyum, hevur ikki beinleiðis verið gravgangur hjá samkyndum pørum at vera borgarliga vígd.

Tað var 1. juli 2017, at tað gjørdist møguligt hjá samkyndum at verða borgarliga vígd í Føroyum. Tilsamans eru fýra samkynt pør vígd síðan tá - tvey útlendsk og tvey føroysk pør - sambært LGBT Føroyar. Fyrsta samkynda parið, ið giftist, vóru tveir bretskir menn. Teir vórðu giftir í september á skrivstovuni hjá borgarstjóranum í Havn.

27. september 2017 varð fyrsta føroyska samkynda parið gift í Føroyum. Vígslan fór eisini fram í Tórshavn. Gunvør Balle, varaborgarstjóri, vígdi kvinnurnar, sum ikki ynsktu at vera navngivnar, skrivar LGBT á heimasíðuni.

Um vikuskiftið varð eitt samkynt par vígt afturat í Havn, sum eiheldur ynskir at úttala seg. 

Eingi hagtøl finnast um borgarligar vígslur í Føroyum, annað enn samlaða talið av vígslum per ár, so tí ber ikki til at siga við vissu, um talið av samkyndum vígslum, síðan broytingarnar vórðu samtyktar, er hægri.