Nú fara stórliðini í eldin í Europa League

Ari av Rana

15.02.2018 - 15:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

15 dystir verða spældir í Europa League í kvøld, nú 1/16-finalurnar eru á skránni. Fyrsti dysturin varð spældur mánadagin, tá Reyða Stjørna og CSKA Moskva spældu 0-0.

Nú 1/16-finalurnar fara í gongd, eru øll liðini, sum endaðu nr. 3 í sínum bólki í Champions League, við í Europa League kappingini. Millum hesi eru Atletico Madrid, Napoli og Borussia Dortmund. Nøkur av stórliðunum, sum longu vóru í kappingini eru Arsenal og AC Milan.

Mest áhugaverdu dystirnir í kvøld eru allarhelst teir millum Borussia Dortmund og Atlanta, Napoli og RB Leipzig, og, fyri okkum her um leiðir, FC København og Atletico Madrid. Meðan tveir teir fyrstu dystirnir mugu væntast at verða tættir dystir, er góðskan á høvuðsstaðarliðunum úr Danmark og Spania himmal víð.

Arsenal fer á vitjan hjá svenska Østersunds FK, meðan AC Milan fer til Bulgaria, har sigursvanda italska felagið skal spæla móti Ludogorets Razgrad.

Dystirnir í kvøld eru hesir:

Kl. 16:00

FC Astana – Sporting CP

Kl. 18:00

Borussia Dortmund – Atalanta

Ludogorets Razgrad – AC Milan

Marseille – Braga

Nice – Lokomotiv Moskva

Østersunds FK – Arsenal

Real Sociedad – Salzburg

Spartak Moskva – Atletic Bilbao

Kl. 20:05

AEK Athens – Dynamo Kiev

Celtic – Zenit St. Pætursborg

FC FCSB – Lazio

FC København – Atletico Madrid

Lyon – Villarreal

Partizan Beograd – Viktoria Plzen

SSC Napoli – RasenBallsport Leipzig