Jóhan Mortensen (Savnsmynd: Birgir Kruse)

Nú fer jólaskinkan 2018 í hjallarnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.08.2017 - 13:35

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

Um áhugi er fyri einari skinku á jólum næsta ár, ið er turkað í føroyskum hjalli, so ræður um at gera vart við seg í góðari tíð.

Undan summarstøðginum samtykti Løgtingið eina lóg, sum ger, at nú ber til at halda áfram við at turka skinkur og ostar í størri mun. Og áhugin fyri skinkuni er stórur, tí hon kann standa seg í kapping við tær bestu útlendsku skinkurnar.

Tað sigur ein av stigtakarunum til hesar royndirnar, Jóhan Mortensen, sum eisini upplýsir, at útlendskur áhugi er fyri skinkunum.

Tað tekur 12 til 14 mánaðir at turka eina skinku, sum vigar um 3,5 kilo. Tí verður nú eftir summarstøðgin farið undir at hanga upp skinkurnar, sum eru ætlaðar at lata til jóla 2018. Skinkurnar verða hongdar upp í hjallum norðanfyri, upplýsir Jóhan Mortensen.

Ein partur av hesi nøgd verða í næstum boðin út, har tað verður gjørligt at binda seg fyri eina heila ella hálva skinku, sum – um alt gongur væl – verður leverað til jólini 2018.

Tað, sum nú stendur fyri, er at arbeiða fyri at broyta handilsavtaluna við Evropa Samveldið.

- Næsta takið verður at fáa eina broyting í okkara ES handilsavtalu, so tað fer at bera til at útflyta. Okkara núverandi handilsavtala við ES er ikki nøktandi, tí talan er um totalt forboð fyri útflutningi av føroyskum landbúnaravørum yvirhøvur, sigur Jóhan Mortensen.