Mynd: EPA

Nú hendir tað - grein 50 verður sett í verk

Redaktion

20.03.2017 - 13:00

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Theresa May, bretska forsætismálafrúan, fer at seta í verk grein 50 í Lissabon-sáttmálanum mikudagin í næstu viku, t.e. tann 29. mars.

Hetta boða fleiri altjóða miðlar frá í dag, harímillum BBC, vísandi at hesi boðini hevur bretski ES sendiharrin Sir Tim Barrow givið ES forsetanum Donald Tusk í dag.

Hetta merkir, at um alt gongst eftir ætlan, kann Bretland endaliga fara úr ES í mars 2019.

Eftir ætlan eru tvey ár sett av til samráðingarnar ímillum Bretland og ES. Samráðingar um, hvussu Bretland skal fara úr ES, og hvørji viðurskifti tað skal hava við ES eftirfylgjandi, eru ikki loyvdar, fyrr enn Bretland formliga hevur boðað ES frá, at tað fer at taka seg úr felagsskapinum; hvat ið Bretland, sum longu nevnt, fer at gera mikudagin í næstu viku.

Theresa May væntar, at samráðingarnar um bretsku tilgongdina at fara úr ES fara at byrja so skjótt, sum grein 50 er sett í verk.

Tað var í juni í fjør, at 51,9% av bretum atkvøddu fyri, at Bretland skuldi fara úr ES. 48,1% av bretum atkvøddu ímóti, at Bretland skuldi fara úr ES.