(Mynd: KOKS / Beinta á Torkilsheyggi)

- Nú kemur KOKS nærri náttúruni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

19.01.2018 - 13:43

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

- Tað hevur verið fantastiskt at verið í Kirkjubø í tvey ár. Men tað verður eisini sera spennandi at royna at borðreiða fyri gestunum í hugnaðigu húsunum frammi við Gjónna.

Soleiðis sigur Karin Visth, vínserfrøðingur og leiðari á einastu føroysku matstovuni, ið kann breggja sær av eini Michelin-stjørnu.

Í dag varð avdúkað, at KOKS fer at halda til í gomlu húsunum frammi við Gjónna, tá hon letur uppaftur í apríl.

Síðan matstovan pakkaði niður í Kirkjubø eftir at tað leigumálið gekk út, hava tey á Gist & Vist samtakinum leitað eftir einum egnaðum høli at halda til í. Tað at flyta matstovuna er ikki eitt óroynt fyribrigdi fyri matlistafólkini á KOKS. Garðurin frammi við Gjónna verður bústaður nummar fýra eftir at matstovan fyrst var á Hotel Føroyum og síðan eitt stutt skifti í Keypmannahavn áðrenn hon etableraði seg í Kirkjubø.

- Hetta verður eitt sindur øðrvísi. Í Kirkjubø er tað serliga vakra útsýnið oman í fjøruna og vestur í hav, sum hugtekur gestirnar. Frammi við Gjónna sæst ikki út á sjógv, og tað er óvanligt í Føroyum. Men hinvegin, so koma vit enn nærri náttúruni við at vera heilt burtur frá øðrum húsum mitt úti í náttúruni. Í Kirkjubø hildu vit til í einum bústaðarbýlingi. Tað hevði sínar avmarkingar, staðfestir Karin Visth.

Gera nýggja matskrá
Eisini Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur, er spentur at flyta. Enn vil hann ikki avdúka hvussu matarskráin á KOKS verður, tá latið verður uppaftur í apríl.

- Eg og næsti hjálpari mín, ein danskur kokkur, møtast aftur í februar mánaði, og so fara vit at brúka allan februar til at gera royndir og samanseta eina matarskrá.

- Tað er ikki vist, at tað verður so øgiliga nógv, sum verður broytt. Onkrir av rættinum, vit hava havt á skránni í 2017 var so mikið haldbærir, at vit koma at brúka teir aftur. Eg havi onkur hugskot til hvat vit skulu gera. So fáa vit at síggja, um tað riggar, sigur Poul Andrias Ziska, sum í heyst varð kosin ”årets kokkeprofil” av Den danske Spiseguide.

Avmarkingar og møguleikar
Nýggja staðsetingin av matstovuni hevur nakrar avmarkingar, men gevur eisini nýggjar møguleikar.

Avmarkingarnar eru millum annað, at tað ikki er nakar ídnaðarkøkur í bygninginum, og tí verður ein køkur á hjólum nokk fluttur niðan til garðin. Men eisini verður roknað við, at ein partur av matgerðini kann gerast frammanundan á góðkendum køki á Hotel Føroyum.

- Við Gjónna er ein vakur hjallur, sum eg rokni við at vit koma at brúka aktivt, eitt nú við at bjóða gestunum út í hjallin at fáa onkran av rættunum harúti. Inni í húsunum er eisini eldstaður – ein grúgva – har vit sjálvandi koma at hava opnan eld, sum verður ein partur av upplivingini at vitja sermerkta húsið.

- Eg rokni eisini við, at vit koma at brúka grúgvuna í tilgerðini av onkrum av rættunum, sigur Poul Andrias Ziska.