Nú komu teir sleipandi við summarinum

Ingi Samuelsen

23.03.2017 - 13:48

Tíðindi >

Ein tryggur summar- ella várboðberi er, tá menninir hjá Tórshavnar Havn í lítla arbeiðsbátinum Bósa koma sleipandi við flótibrúnni, sum um sumrarnar liggur undir vindeyganum hjá redaksjónini hjá Portalinum á Bryggjubakka í Havn.

Í morgun kundu vit so staðfesta, at summarið 2017 nú er á veg av álvara. Flótibrúgvin við atløguplássum, serliga til útlendskar bátar á vitjan, og við beinkjum at njóta ein heitan kaffimunn ella kalda bjór, er í dag tjóðrað til bryggjukantin, og komandi dagarnar kann so roknast við, at parkeringsbásarnir frammanfyri aftur verða tiknir burtur, og borð og benkur ístaðin sett upp á staðnum.

So nú verður skjótt lív og summarstemningur aftur í hugnaliga marina umhvørvinum undir Bryggjubakka.