Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

1. juli 2017: Nú kunnu samkynd giftast

Sverri Egholm

01.07.2017 - 16:51

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Frá í dag, 1. juli 2017, at rokna, er nú møguligt hjá samkyndum monnum og kvinnum at gifta seg borgarliga við einum av sama kyni.

Ein rundringing sum Kringvarpið hevur gjørt vísir, at eingin vil vera fyrsta søguliga samkynda parið at gifta seg. Ikki í dag í øllum førum.

Fleiri borgarstjórar hava fingið fyrispurningar, men eingin av teimum, sum Kringvarpið fekk fatur á, skal gifta nakað samkynt par í dag.

Sí eisini: Video: Jenis hóttir við at broyta hjúnabandslógina aftur

Les eisini: Biskupur sent út tænastuboð

Les eisini: Nú kunnu samkynd giftast í Týsklandi