Nú lækkar prísurin á laksi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

13.08.2017 - 10:05

Tíðindi >

Samstundis sum nógvir laksagóðskarar í Europa minka um virksemi, so taka norskir alarar meir laks í løtuni. Hetta sæst aftur í laksaprísinum, serliga á feskum laksi, sum, sambært IntraFish, lækkar munandi komandi vikuna.

Føroyskur laksur verður í størri mun enn norskur, seldur til aðrar marknaðir enn ES, men av tí at norska laksaframleiðslan er so stór, so ávirkar hon laksaprísin á heimsmarknaðinum.

IntraFish skrivar at fyri tann stóra laksin, sum er seks kilo ella størri, so kemur prísurin at liggja um 44 danskar krónur fyri kilo. Tað er munandi lækking samanborið við hægstu prísurinar í ár, tá marknaðarprísurin hevur ligið upp móti 70 krónur fyri kilo.