Dennis holm

Nú má tunnil til Suðuroyar koma



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

12.03.2018 - 18:34

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Nú samgongan situr við fíggjarkørmunum fyri árið 2019 er tí eisini alneyðugt, at peningur verður settur av til at fáa veruliga gongd á Suðuroyartunnilin.

Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, í lesarabrævi.

- Øll verkætlanin kring Suðuroyartunnilin má verða klár at seta ígongd í 2022, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Tað vil siga, at bæði linjuføring, allar neyðugu kanningar av hvør linjuføring er best, og sjálvur fíggingarleisturin má verða púra greiður í góðari tíð áðrenn 2022. Tí sum framhald av Sandoyartunnlinum má borast tunnil til Suðuroyar.

- Landsins leiðsla - løgmaður, landsstýrið og samgongan - má taka hesa avbjóðing og uppgávu í størsta álvara og seta Suðuroyartunnilin á landspolitisku dagsskránna nú. Suðuroyggin kann ikki bíða longur.

Les alt lesarabrævið her