Bárður Nielsen, nýggjur formaður Sambandsfloksins. Nýggjur næstformaður er Magni Laksafoss.

- Nú rætta vit kós, Sambandsflokkurin stendur við síni virðir




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

24.10.2015 - 15:12

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

 Á eyka landsfundi hjá Sambandsflokkinum í morgun varð Bárður á Steig Nielsen sum væntað valdur til formann í føroya elsta flokki. Sum siður er tók nýggi formaðurin orðið, og eftir at hava takkað fyrrverandi formanninum fyri trygga leiðslu í hansara 11 ára formansskeiði, og ynskt tillukku til nýggja næstformann floksins, Magna Laksafoss, hugleiddi hann um, hvussu flokkurin aftur skal gerast størsti flokkur.


- Eitt stórt arbeiði liggur fyri framman. Tíðin í andstøðu skal brúkast til at búgva og brynja seg til aftur at taka við landsins leiðslu, sigur Bárður Nielsen.

Brúk er fyri tykkum øllum !

- Málið er at vinna komandi løgtingsval, sigur nýggi formaðurin, og hann leggur afturat, at brúk verður fyri øllum góðum sambandskreftum.

Bárður Nielsen tosaði um munin á Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, og hvussu Javnaðarflokkurin hevur svikið síni lyftir.

- Vit eru uppi móti einum víðgongdum stýri, ið hava sett nýggja grundlóg á breddan. Javnaðarflokkurin er kropin úr haminum. Teir hava svikið síni lyftir. Undan valinum var Javnaðarflokkurin samríkjaflokkur, og eftir valið er hann loysingarflokkur, sigur formaðurin og leggur afturat, at í Sambandsflokkinum er ongin slingur í valsinum. Fólk vita hvar tey hava flokkin. Ongin skal ivast, skal vera setningurin framyvir.

Bárður Nielsen byrjaði røðuna við at sitera kinverska heimspekingin, Konfutse, tá hann tosaði um eyðmýkd um formanssessin, og endaði við at sitera amerikanska forsetan, Barrack Obama, tá hann umrøddi at broytingar mátti til.

- Eyðmýkd er grundarlagið undir øllum dygdum. (sitat Konfutse)

- Broyting kemur ikki í, um vit bíða til seinni ella bíða eftir onkrum øðrum. Tað er okkum sjálvum vit bíða eftir. Vit eru broytingin (sitat Barrack Obama)

- Nú rætta vit kós. Vit standa við okkara virðir. Vit eru alternativið til loysingarkreftirnar á tingi, sigur Bárður Nielsen, nýggjur formaður Sambandsfloksins.