(Mynd: Henning Bagger)

Nú rakar ekstremur kuldi Danmark



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

24.02.2018 - 14:10

Tíðindi >

Kalendarin sigur skjótt mars, men termometrið vísir skjótt sibiriskan kulda í Danmark.

Frá í morgin sunnudag og fleiri dagar fram í komandi viku floymir nevnliga ein ógvusligur kuldi inn yvir Eystursjógvin frá baltisku londunum. Umgirdur av relativt heita sjónum, fer kuldin at elva til ógvusligt kavaveður í Danmark, sum vikan gongur. 

DMI.dk sigur frá kuldastigum um dagin og heilt niður í tveysiffrað kuldastig um náttina og nógvum vindi afturat - serliga týsdagin og mikudagin. Fyrst og fremst Bornholm, og seinni syðru oyggjarnar niðanfyri Sæland og Fjón, fara at merkja kuldan.