Nú seta tær seg til stokkarnar

Ingi Samuelsen

16.04.2015 - 09:48

Tíðindi > Ítriv - handarbeiði

Stóri Bindifestivalurin í Fuglafirði byrjaði í gjárkvøldið við einum setanarhaldi í Mentanarhúsinum.

Áhugin fyri hesum fyrsta føroyska bindifestivalinum hevur verið stórur, og í gjárkvøldið streymaðu fólk – mest konufólk – til fyri at fáa armbandið, sum gevur atgongd til tey nógvu tiltøkini við tilknýti til binding og ull, sum verða í bygdini komandi dagarnar.

Á haldinum í gjárkvøldið helt Randi S. Vang røðu, og Paula Gaard sang eitt lag, sum hon sjálv hevur gjørt til yrkingina Altarssjallið hjá Mariu Skylv Hansen.

Sjálvur festivalurin byrjar í dag við verkstovum av øllum handaslag, umframt fyrilestrum, pallborðsfundum, túrum og hugna kringum í Fuglafirði.

Meira um bindifestivalin sæst á heimasíðuni hjá festivalinum

Myndirnar eru tiknar av Facebookvanganum hjá Bindifestivalinum