Nú skal omma eisini hava sín teldil



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

07.10.2013 - 13:59

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

TØKNI: Samfelagið setur størri krøv til tann eldra partin av fólkinum, harav flestu teirra neyvan hava tann stóra kunnleika til nútíðar tøkni.


Samstundis sum bankadeildir lata aftur, posthúsini fækkast og alt gerst meiri og meiri tøkniligt, veksur tørvurin á at vera sjálvkoyrandi á telduni, fartelefonini ella teldlinum.

Hesin marknaðurin fyri seniorarnar var eitt av evnunum, tá heimsins størsta telduráðstevna – Mobile World Congress – varð hildin í Barcelona fyrr í ár.

Umframt alla hátøkniligu útgerðina og útbúnaðin, varð eisini dentur lagdur á at vísa á framleiðslur, sum eru ætlaðar ”grá gullinum”.

Frískligt
Millum tær nýggju framleiðslurnar vóru fartelefonir við stórum knøttum, góðum handtaki og skíggjum við góðum kontrasti – sum alt er við til at lætta um hjá teim eldri brúkarunum.

- Tað sum vit síggja, er at hetta skapar gleði hjá teim eldru. Tað er líkasum at tey nú hava fingið eina tøkni, sum tey í roynd og veru kunnu brúka, og sum tey eru trygg við, segði Rudi Iversen, frá telefyritøkuni DORO eftir ráðstevnuna.

Doro hevði millum annað lagt seg eftir at skapa ein heilan heim til Android-virkandi teldlar, har eitt program frá Google Play Store fær tann hátøkniliga skíggjan at gerast brúkbarur hjá teimum eldru – serliga teimum omanfyri tey 60 árini.

At fólk uppi í árunum veruliga hava tikið tøknina til sín, vísir henda myndin sera væl.

Hon er tikin fríggjadagin, tá Eldradagurin varð hildin í Havn. Ein kvinna við teldli ynskir at ”foreviga” hetta tiltakið, og brúka møguleikan at taka upp við einum teldli – einum teldli í frískum liti hjá eini frískari kvinnu við eitt frískt tiltak!

(Mynd: Faroephoto.com)



Myndafrásøgnir - Eldradagur í Havn 04.10.13 (Myndir: Faroephoto.com)