Mynd: Jens Kr. Vang

Nú sleppa tey at flyta inn á Íslandsvegnum

Hallur av Rana

25.10.2014 - 00:38

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað stríð, ið hevur verið seinasti dagar millum Bústaðir og Almannaverkið, um bústaðir til sálarsjúk í Íslandsvegnum, tykist nú at hava fingið ein enda.

Sambært einum tíðindaskrivi, ið júst er sent fjølmiðlunum, hevur fundur verið í dag millum Almannamálaráðið, Almannaverkið og Bústaðir, har bútilboðið á Íslandsvegi varð viðgjørt.

Allir partar eru komnir ásamt um at arbeiða víðari við ætlaða bútilboðinum á Íslandsvegi, og við at fáa øll tey formligu viðurskiftini í mun til bútilboðið uppá pláss, sambært skrivinum.

Í tíðindaskrivinum stendur at niðurstøðan á fundinum var, at misskiljingar eru hendar í málinum, men greiða er nú fingin á hesum. Hvørjar hesar misskiljingar eru, verður ikki komi inn á í tíðindaskrivinum.

Allir tríggir partar í málinum harmast eisini tað støðu, ið búfólk og grannalagið er komi í síðsti dagarnar.

Tíðindaskrivið er undirskriva av Annika Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum og Andras Róin, stjóra í Bústaðir.