Nú sleppa tey flestu heim aftur

Sverri Egholm

09.06.2017 - 21:13

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Innsatsleiðslan á Tvøroyri hevur tikið avgerð um, at minkað trygdarfrástøðuna fra 1 km niður í umleið 300 metrar.

Økið kring Varðan Pelagic, sum framvegis er lýst vandaøkið er økið:
- sum norðureftir gongur til Ovara Veg – strekkið frá Tvøroyrar Kirkju vestur til Skótahúsið,
- vestur efter til Sjúkrahúsbrekkuna – frá Skótahúsinum og í sjógv, og
- eystur eftir frá Tvøroyrar Kirkju í eina beina linju suður eftir og í sjógv.

Borgarar, ið eru stødd vestan fyri vandaøkið og búgva eystanfyri, kunnu koyra eftir eftir Ovara Vegi.

Borgarar, ið búgva uttanfyri merkta vandaøkið, kunnu nú fara heimaftur, sigur løgreglan í einari fráboðan.