(Mynd: EPA)

Nú sleppa tey inn aftur á Kronan-skúlan

Ingi Samuelsen

29.10.2015 - 10:15

Tíðindi > Svøríki

Her eina viku eftir skúlaáopið í Trolhättan í Svøríki, kunnu næmingarnir nú aftur koma á kaffistovuna á skúlanum, har tey eisini hava møguleika at vera saman um sorgina.

Kronan-skúlin hevur annars verið stongdur síðan sorgarleikin, men er í dag lutvíst latin uppaftur, eitt nú við at geva næmingum atgongd til kaffistovuna, sum er eitt slag av frítíðarheimi fyri ungfólk í býlinginum.

Tað verður ikki ein heilt vanligur dagur á kaffistovuni, tí eyka fólk er kallað til fyri at stuðla teimum ungu at tosa um hendingina í farnu viku.

Tað er ein vika síðan 21 ára gamli Anton Lundin Petterson, fjaldur handan skort, fór inn á Kronan skúlan við einum svørði og drap ein næming og ein hjálparlærara.

Undirvísingin á skúlanum byrjar ikki aftur fyrr enn mánadagin, og tá verður vaktarhald við skúladyrnar, skrivar Danmarks Radio. Eisini inni í skúlanum verða varðhaldsfólk til staðar, og tað vera tey so leingi tað verður hildið at vera neyðugt.

Svenska løgreglan hevur tosað við ein hóp av vitnum til sorgarleikin. Við at fylgja blóðsporum er komið fram, at ungi gerningsmaðurin drap tað fyrsta offrið, læraran, júst sum hann var komin til skúlan.

Tað er eisini komið fram, at gerningsmaðurin stillaði upp til myndatøku saman við tveimum næmingum eftir at hann hevði dripið fyrsta offrið, skrivar Aftonbladet.