(Mynd: EPA)

Nú tekur ongin gulu troyggjuna frá Nibali

Ingi Samuelsen

24.07.2014 - 21:40

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Italiumaðurin Vincenzo Nibali er vinnari av stóru Tour de France súkklukappingini í ár. Í dag skuldu súkklararnir upp um tvey av teimum stóru víðagitnu fjøllunum í Pýrinea-fjallaketuni, Tourmalet og Hautacam, og italiumaðurin í gulu troyggjuni gjørdi ikki mætari enn at vinna dagsins kapping.

Harvið vísti Nibali, liðskiparin á Astana-liðinum, at hann er nógv tann besti í ár. Bert óhapp kann forða honum í at standa ovast á sigurspallinum, tá stóra súkklukappingin verður avgjørd á Champs-Élysées í Paris sunnudagin.

Nibali er nú góðar 7 minuttir framman fyri fransmenninar Pinot og Péraud, sum liggja á teimum næstu plássunum.

Tríggjar kappingar eru eftir. Ein langur flatur teinur í morgin, ein tíðarkoyring leygardagin og so seinasti túrurin inn á Champs-Élysées sunnudagin. Eingin trýr, at Nibali missir leiðsluna, hann nú hevur.

Ungi polendingurin Rafal Majka, sum vann fjallateinin í gjár, gerst vinnari av fjallakappingini. Hann gjørdist nummar trý í dag, og tryggjaði sær sostatt reyðprikkutu troyggjuna.

Grøna spurttroyggjan hevur leingi sitið trygt á slovakiska Peter Sagan.