Nú verður ein síðsta roynd gjørd

Sverri Egholm

11.06.2016 - 16:14

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

- Høvuðsdómararnir og startdómararnir siga at vit gera eina roynd nú. Tað er klárt har úti og tað skal ganga skjótt, og ger tað ikki tað, so verður tað avlýst, sigur Tóki Hartmann Niclassen, formaður í Róðrarsambandinum við útvarpið.

Um tað verður avlýst í dag er óvist nær tað verður ró.

Tað skal ganga uppá stás frá nú av, tí hetta kunnu vit ikki bjóða rógvarunum. 5-mannafarsróðurin hjá gentum fer í gongd um eina løtu, verður sagt.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá kappróðrinum á Sundalagsstevnu. Fylg við her