Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Nú verður ikki longur frítt at sigla



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

16.04.2018 - 14:29

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Náttúra

Umhvørvisstovan boðar frá, at nú verður ikki longur frítt at sigla kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines.

Sunnudagin 15. apríl er fyrsti dagur, at skip og bátar, sum eru nærri enn 500 m úr landi úr Mykinesi, Skúvoy og Nólsoy, ikki kunnu sigla skjótari enn 8 fj/t.

Í nýggju kunngerðini um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines, sum kom í gildi í fjør er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og pørtum av Nólsoy.

Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskootarum er eisini bannað í nevnda tíðarskeiði.

Bannið er galdandi fram við landi, har stórur vandi er fyri, at tað kann órógva fuglalívið.

Bannið fevnir um øll skip og allar bátar uttan skip í fastari rutusigling til hesar oyggjar, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina tá siglt verður nær landi í hesum økjum.