Nú verður loyvt at nýta kannabis í Kanada



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

20.06.2018 - 15:23

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Kanadiska stjórnin nú viðtikið ein lóg, sum loyvir nýtslu av kannabis. Lógin varð viðtikin í Senatinum við 52 fyri og 29 ímóti. Lógin staðfestir, hvussu kannabis kann dyrkast, býtast og seljast.

Frá september í ár verður loyvt at nýta kannabis í Kanada.

Við hesum verður Kanada næsta landið í heimunum at loyva nýtslu av kannabis. Fyrsta landið var Uruguay, sum legliseraði kannabis í desember 2013. Nakrir amerikanskir statir hava eisini atkvøtt fyri at legalisera kannabis, skrivar BBC.