Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nú verður proceduran í øksarmálinum

Sverri Egholm

13.06.2018 - 06:40

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Klokkan 9 verður farið undir proceduru, og sostatt byrjar rættarmálið um hendingina í Vesturbýnum í fjør at nærkast endanum í Føroya rætti.

Málið, sum eisini hevur fingið navnið øksarmálið, byrjaði í rættinum mikudagin í síðstu viku, og nógvir partar eru avhoyrdir. Teir báðir ákærdu, annar 22 og hin 24 ár, tann álopni umframt fleiri vitni. Í gjár var løgreglan og vitnaði umframt eitt vitni, sum hevði havt samband við yngra ákærda umvegis Snapchat hesa marrunáttina.

Teir báðir menninir, sum skulu hava lopið á tann órættaða við øks eru ákærdir fyri drápsroynd.

Dómur í málinum fellur væntandi fríggjadagin. Tað er nevningatingið, sum tekur avgerð um, hvørt teir báðir ákærdu skulu finnast sekir ella ei, og saman við dómarunum í málinum – Honnu Vang og Henrik Møller – skulu teir 12 nevningarnir áseta longdina á teimum møguligu dómunum.

Les eisini: Náttarvaktin hoyrdi teir rópa: - Hann skal sorlast sundur

Les eisini: - Óansæð hvat hendir, so elski eg teg  - veit ikki, nær eg kann kontakta teg aftur

Les eisini: Trýkantsdrama møguliga atvoldin til øksarmálið