Mynd: Niels Peter Bech

Nú verður treylarin tikin uppaftur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

10.08.2017 - 19:56

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Treylarin, sum eftir eina ferðsluóhapp í Søldarfirði í gjár, endaði í einum urtagarði í bygdini, verður nú tikin uppaftur.

Tað var seint seinnapartin at ferðsluóhappið hendi. Tveir treylarar rendu saman, og annar koppaði oman av vegnum og oman í ein urtagarð.

Í gjárkvøldið var bingjan og viðfestivognurin tikin upp, men í kvøld verður bilurin tikin upp.

Arbeiðið byrjaði klokkan 19 og í tí sambandi er vegurin stongdur, og ferðslan leidd gjøgnum bygdina. Klokkan 21 er arbeiðið væntandi liðugt, og tá letur vegurin eisini uppaftur.

Les eisini: Stórur treylari í urtagarðinum