Skíggjamynd: Tróndur Vatnhamar

Nú verður trífalt so lætt at vinna Gekkin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.06.2018 - 14:27

Tíðindi > Mentan > Miðlar & fólk

Tá gekkaspælararnir seta seg frammanfyri sjónvarpið í annnaðkvøld, fara teir at síggja ein heldur øðrvísi Gekk enn áður.

Gekkaupphæddin er nú komin upp á 3,2 milliónir krónur, men nú hevur Kringvarpið valt at gera tað eitt sindur lættari hjá tí, sum kemur ígjøgnum at vinna eina fitta peningaliga upphædd.

Tann hepni persónurin, sum kemur ígjøgnum til studio sleppur nú at velja, um viðkomandi vil koyra alla upphæddina í ein gekk, t.v.s. júst sum vanlig er, ella um upphæddin skal deilast í allar tríggjar gekkarnar.

Velur viðkomandi at deila upphæddina, hevur viðkomandi møguleika at vinna 1,1 millión krónur, um hann rakar ein av teimum trimum gekkunum.

Jákupa Mikkelsen, fyristingarleiðari í Kringvarpinum, sigur, at tey ynskja at gera tað eitt sindur lættari fyri spælararnar at vinna eina góða upphædd. Men tað er heilt upp til spælaran um hann vil royna at vinna alla upphæddina í einum, ella deila hana í trý.



beint nú